Hann fór burtur frá vindeyganum og at leita runt í húsinum, allastaðni har tað ikki stóð undir í vatni, og at enda fann hann ein blýant og ein lítlan turran lepa og eina fløsku við proppi í, og so skrivaði hann øðrumegin á lepanum:
HJÁLP
PURKIL (EG)
og hinumegin:
TAÐ ERI EG PURKIL,
HJÁLP!HJÁLP!
So koyrdi hann lepan niður í fløskuna og setti proppin í, so fast, sum hann kundi, toygdi seg út av vindeyganum, so langt sum hann rakk uttan at detta útí, og so kastaði hann fløskuna, so langt sum hann orkaði at kasta - tjums! - og eina løtu seinni kom hon undan aftur, og hann sá, hvussu hon spakuliga fleyt avstað langt burturi, til hann fekk ilt i eyguni av at hyggja, og viðhvørt helt hann tað vera eina fløsku, og viðhvørt helt hann tað vera bara eina aldu, sum hann sá, og so við eitt visti hann, at nú fór hann ongantíð at síggja hana aftur, og at hann hevði gjørt tað, sum hann kundi fyri at verða bjargaður.
"Nú eru tað onkur onnur, sum mugu gera okkurt," hugsaði hann, "og eg hopi, at tey gera tað skjótt, tí era tey ikki tað, so noyðist eg at svimja, og tað dugi eg ikki, so eg hopi, tey gera tað skjótt." Og so suffaði hann tungliga og segði: "Eg vildi ynskt, at Pumm var her. Tað er nógv meira vinsamt, tá tað eru tvey."
Engin ummæli:
Skrifa ummæli